Bú- & Heimatænastan Suðuroy

7. januar 2022
Kunning til vitjandi/avvarðandi

Nýtt tilmæli Vegna coronustøðuna í landinum í løtuni og munandi øktan vanda  fyri smittu  er avgjørt, at einans tvey og tey somu avvarðandi vitja teirra avvarðandi og at vitjanin skal fara fram á kømrunum, og  at hugsað verður  annars um frástøðu og gott reinføri. Fyri at kunna spora møguliga smittu, verða  øll vitjandi biðin um […]

Read More
4. november 2021
Kunning til vitjandi/avvarðandi

Vegna coronustøðuna í landinum í løtuni er avgjørt, at vitjanin skal fara fram á kømrunum, og vitjandi vitja bert síni avvarðandi og hugsað verður  annars um frástøðu og gott reinføri. Vit mæla eisini til, at tey sum koma at vitja  bera masku. Hesi átøk eru  galdandi, til annað verður lýst. Vágur 4. november 2021 Anna […]

Read More
4. november 2021
Bú- og Heimatænastan søkir eftir starvsfólki

Sjúkrarøktarfrøðingi í  farloyvisstarv til heimatænastuna frá 1. desember 2021 til 1. januar 2023.Talan er um starvsbrøk 0,8  svarandi til 32 tímar í dag- og kvøldvaktum og 3. hv. vikuskifti. Sjúkrarøktarfrøðingi í fast starv  á Hamragarði frá 1. desember 2021.Talan er um  starvsbrøk 0,7 svarandi til 28 tímar  um vikuna í skiftandi vaktum ella eftir nærri avtalu. Um eingin sjúkrarøktarfr.  […]

Read More
7. september 2021

Vitjanartænastan í Suðuroy skipar fyri kunnandi tiltaki fríggjadagin 10. septembur kl. 17 í Salt. Til ber at hitta sjálvbodnu samskipararnar, tekna seg til Vitjanartænastuna og njóta tónleikin hjá Hans Jacob Hjelm saman við okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin. Áhugin fyri Vitjanartænastu í Suðuroynni hevur verið stórur seinastu tíðina, og nú er Reyði Krossur saman við […]

Read More
24. juni 2021
Berghild Olsen á Tvøroyri hevur fingið 40 ára tænastumedalju frá Drotningini

16. juni 2021  var hátíðarhald í Sambýlinum í Hvalba fyri Berghild Olsen heilsuhjálpara, sum fekk handað tænastumedalju í silvuri frá drotningini fyri 40 ára trúgva tænastu innan eldraøkið í Suðuroy. Berghild byrjaði sum heimahjálp í august 1979, og tók hon útbúgving sum heimahjálp í 2004. Tey síðstu árini  hevur Berghild starvast í Sambýlinum í Hvalba. […]

Read More
25. maj 2021
Dagtilhald í virkisstovuni á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi

Tað er møguligt hjá heimabúgvandi pensjónistum at koma á dagtilhald í virkisstovuni á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi  frá kl. 9.30 til kl. 15.30 nakrar dagar um vikuna. Møguleiki er at blíva heintaður í bili. Umsóknarbløð fáast á skrivstovuni ella á heimasíðuni: bhs.fo Dagtilhaldið er fyri fólk 67 + Virðisgrundarlagið: Trivnaður og lívsgleði Samvera og virknan dagligdag Styrkjast […]

Read More
13. april 2021
Kokubotnavenjing

Kokubotnavenjing kann vera við til at minka ella fjerna vatnlátstrupulleikar hjá 60-70 % av teimum sum hava trupulleikar við inkontinens. Inkontinens er: Klagur yvir ófrívilligum leka av urin.  Inkontinens er ein tabuisera sjúka, sum eisini nevnist “Tann stilla fólkasjúkan”. Nógv hava trupult við at seta orð á tað og siga tað fyri onkrum fyrstu ferð. Visti […]

Read More
19. februar 2021
Stýrið í Bú- og Heimatænastan í Suðuroy hevur skipað seg

Á stýrisfundi hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy 18. februar 2021 varð nývalda stýrið skipað. Stýrið hevur skipað seg við Kristin Michelsen, borgarstjóra í Tvøroyrar kommunu sum formanni, og Ásu Holm, borgarstjóra í Porkeris kommunu sum næstformanni Í stýrinum sita:Kristin Michelsen, formaðurÁsa Holm, næstformanniEyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar kommunuDennis Holm, býráðslimurí Vágs kommunuBjarni Johansen borgarstjóri […]

Read More
12. februar 2021
Fráfaringarhald hjá Bú- og heimatænastumi í Suðuroy

Týsdagin 9. februar var   fráfaringarhald á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi  fyri ikki minni enn  5 starvsfólkum, sum  nú gevast fyri aldur. Hesi eru: Helena Augustinussen, sjúkrarøktarfrøðingur Vágur, sum hevur starvast síðan 1977. Katrin Johansen, sjúkrarøktarfrøðingur Tvøroyri, sum hevur starvast síðan 1978. Margret í Líðini heilsurøktari Vágur, sum hevur starvast síðan 1986. Johanna Olsen sjúkrarøktarfrøðingur Porkeri, […]

Read More
11. september 2020
Bú- og Heimatænastan letur upp aftur fyri vitjan.

  Nú tamarhald tykist at vera á Covid 19 smittuni í Føroyum, ber aftur til at vitja á eldrabústovnunum hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy sum vanligt. Frá leygardegnum 12. september verður latið upp fyri øllum vitjandi á Hamragarði, Eldrasambýlinum í Vági, Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi og Eldrasambýlinum í Hvalba. Sostatt eru tað ongar avmarkingar […]

Read More
Copyright Bú- & Heimatænastan. Hjemmesiden er hosted af Polarskelti