Bú- & Heimatænastan Suðuroy

7. september 2021

Vitjanartænastan í Suðuroy skipar fyri kunnandi tiltaki fríggjadagin 10. septembur kl. 17 í Salt. Til ber at hitta sjálvbodnu samskipararnar, tekna seg til Vitjanartænastuna og njóta tónleikin hjá Hans Jacob Hjelm saman við okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin. Áhugin fyri Vitjanartænastu í Suðuroynni hevur verið stórur seinastu tíðina, og nú er Reyði Krossur saman við […]

Read More
6. august 2021
Endurlýsing: Fysioterapeutur til Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir fysioterapeuti  til fast starv Talan er um avbjóðandi og gevandi starv í einum tvørfakligum toymi við serkunnleika innan fysioterapi. Endamálið er at tryggja at borgarin livir eitt aktivt lív og upplivir øktan tryggleika, førleika, yvirskot og orku til gerandisdagin. Vit søkja eftireinum fysioterapeuti  í starvsbrøki 1.0 svarandi til […]

Read More
7. juli 2021
Fysioterapeutur til Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir fysioterapeuti  til fast starv Talan er um avbjóðandi og gevandi starv í einum tvørfakligum toymi við serkunnleika innan fysioterapi. Endamálið er at tryggja at borgarin livir eitt aktivt lív og upplivir øktan tryggleika, førleika, yvirskot og orku til gerandisdagin. Vit søkja eftireinum fysioterapeuti  í starvsbrøki 1.0 svarandi til […]

Read More
24. juni 2021
Berghild Olsen á Tvøroyri hevur fingið 40 ára tænastumedalju frá Drotningini

16. juni 2021  var hátíðarhald í Sambýlinum í Hvalba fyri Berghild Olsen heilsuhjálpara, sum fekk handað tænastumedalju í silvuri frá drotningini fyri 40 ára trúgva tænastu innan eldraøkið í Suðuroy. Berghild byrjaði sum heimahjálp í august 1979, og tók hon útbúgving sum heimahjálp í 2004. Tey síðstu árini  hevur Berghild starvast í Sambýlinum í Hvalba. […]

Read More
25. maj 2021
Dagtilhald í virkisstovuni á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi

Tað er møguligt hjá heimabúgvandi pensjónistum at koma á dagtilhald í virkisstovuni á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi  frá kl. 9.30 til kl. 15.30 nakrar dagar um vikuna. Møguleiki er at blíva heintaður í bili. Umsóknarbløð fáast á skrivstovuni ella á heimasíðuni: bhs.fo Dagtilhaldið er fyri fólk 67 + Virðisgrundarlagið: Trivnaður og lívsgleði Samvera og virknan dagligdag Styrkjast […]

Read More
13. april 2021
Kokubotnavenjing

Kokubotnavenjing kann vera við til at minka ella fjerna vatnlátstrupulleikar hjá 60-70 % av teimum sum hava trupulleikar við inkontinens. Inkontinens er: Klagur yvir ófrívilligum leka av urin.  Inkontinens er ein tabuisera sjúka, sum eisini nevnist “Tann stilla fólkasjúkan”. Nógv hava trupult við at seta orð á tað og siga tað fyri onkrum fyrstu ferð. Visti […]

Read More
12. marts 2021
Deildarleiðari til Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy

Brennur tú fyri eldrarøktini, og ynskir tú eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, har tú sum deildarleiðari fært møguleikla at vera við til at menna arbeiðsplássið til gagns fyri starvsfólk, húsfólk og borgarar í útiøkinum,  so er tað tær vit hava brúk fyri. Deildarleiðarin hevur dagligu leiðsluna av einum tvørfakligum bólki, ið starvast úti í […]

Read More
2. marts 2021
Lýsing eftir frítíðaravloysarum til Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir frítíðaravloysarum í tíðarskeiðinum frá15. juni 2021 til 31. august 2021 í skiftandi vaktum. Søkt verður eftir:  Sjúkrarøktarfrøðingum  Heilsurøktarum  Heilsuhjálparum  Reingerðisfólki  Køksfólki til hesi starvsøkir: Suðuroyar Ellis- og Røktarheim Røktarheimið Hamragarður Eldrasambýlið í Hvalba Eldrasambýlið í Vági Heimatænastuna Lønar- og setanartreytir: Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og […]

Read More
19. februar 2021
Stýrið í Bú- og Heimatænastan í Suðuroy hevur skipað seg

Á stýrisfundi hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy 18. februar 2021 varð nývalda stýrið skipað. Stýrið hevur skipað seg við Kristin Michelsen, borgarstjóra í Tvøroyrar kommunu sum formanni, og Ásu Holm, borgarstjóra í Porkeris kommunu sum næstformanni Í stýrinum sita:Kristin Michelsen, formaðurÁsa Holm, næstformanniEyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar kommunuDennis Holm, býráðslimurí Vágs kommunuBjarni Johansen borgarstjóri […]

Read More
12. februar 2021
Fráfaringarhald hjá Bú- og heimatænastumi í Suðuroy

Týsdagin 9. februar var   fráfaringarhald á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi  fyri ikki minni enn  5 starvsfólkum, sum  nú gevast fyri aldur. Hesi eru: Helena Augustinussen, sjúkrarøktarfrøðingur Vágur, sum hevur starvast síðan 1977. Katrin Johansen, sjúkrarøktarfrøðingur Tvøroyri, sum hevur starvast síðan 1978. Margret í Líðini heilsurøktari Vágur, sum hevur starvast síðan 1986. Johanna Olsen sjúkrarøktarfrøðingur Porkeri, […]

Read More
Copyright Bú- & Heimatænastan. Hjemmesiden er hosted af Polarskelti