Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir røktarstarvsfólkum til Sambýlið í Vági..
Søkt verður eftir hesum størvum:
Søkt verður eftir hesum størvum:
Heilsurøktara í farloyvisstarv frá 1. juni 2025 til 31.12.2025.
Talan er um starv á 30 tímar um vikuna, svarandi til starvsbrøk 0,75. Arbeitt verður í skiftandi vaktum.
Um eingin heilsurøktari søkir, kann starvið verða sett av heilsuhjálpara.
Fast starv sum heilsuhjálpari 32 tímar pr.viku, starvsbrøk 0,8 - frá 1.juni ella sambært nærri avtalu.
Ynskiligir førleikar til umsøkjarar eru:
Útbúgving og drúgvar royndir á økinum
Nærlagni í sínum arbeiði
Sjálvbjargin í sínum arbeiði
Góð samstarvsevni bæði við búfólk, avvarðandi og starvsfelagar
Vit vænta at tey settu hava:
Royndir innan økið
Góð samstarvsevnir
Telduførleika á brúkarastøði
Vit bjóða:
Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv, har tú er við til at mynda og menna tænastuna í økinum
Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
Eitt starv har tú kanst gera tína áskoðan galdandi
Fakliga og persónliga menning
Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfakfeløg
Um tú ynskir at vita meir um størvini, ert tú vælkomin at ringja til:
Daimi Kjærbo úr Hørg eindarleiðara á tlf. 793503, ella til Beintu Virgarsdóttir, deildarleiðara á tlf. 793530
Umsókn: Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:
Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
att. Heri Norðberg, stjóri
Vágsvegur 22
900 Vágur
ella til: bhs@bhs.fo
Umsóknarfreist: 08. Mai 2025 kl. 12.00