Stýrið.
Evstu ábyrgd fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy hevur stýrið, sum er mannað við 9 limum. Borgarstjórarnir í Suðuroynni eru fastir limir, og harumframt verða vald eitt umboð afturat frá Vágs Býráð og eitt frá Tvøroyrar Býráð.
Stýrið hevur tann 28.01.2025 skipað seg við Ásu Holm, borgarstjóra í Porkeris kommunu, sum forkvinnu, og Bjarna Johansen, borgarstjóra í Vágs kommunu, sum næstformanni, komandi 4 árini.
Í stýrinum sita:
- Ása Holm, forkvinna
- Bjarni Johansen, næstformaður
- Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar kommunu
- Arni Brattaberg, býráðslimur í Vágs kommunu
- Kristin Michelsen borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu
- Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovs kommunu
- Jóannes Lisberg, borgarstjóri í Fámjins kommunu
- Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu
- Eyð Eidesgaard, býráðslimur í Tvøroyrar Kommunu