Heimahjálp.
Heimahjálp verður veitt borgarum í Suðuroy, ið eru yvir 67 ár, ella borgarum við avlamni og hava tørv á persónligari- ella praktiskari hjálp.
Borgarar í Suðuroy, ið halda seg hava tørv á heimahjálp, kunnu venda sær til skrivstovuna hjá Bú-Heimatænastuni í Suðuroy tel. 793500 millum kl. 11-13 allar gerandisdagar uttan onsdag, tá er ongin telefontíð, ella við at senda ein teldupost á bhs@bhs.fo.
Borgarin fær síðan eina heimavitjan, har mett verður um støðuna, hvat brúkarin sjálvur megnar, og hvør hjálp skal setast inn.