Búmerkið hjá felagnum
Heim / Tænastur / Ergo - fysio /
Venjingar

Venjingar.

Møguleiki er hjá borgarum í Suðuroy 65+ at fáa fyribyrgjandi viðlíkahaldsvenjingar

Venjingar eru í Vágshøll, á Hamragarði, í Pálshøll og á Varðanum.

Endamálið við venjingini er at tryggja at borgarin livir eitt virkið lív og upplivir øktan tryggleika, førleika, yvirskot og orku til gerandisdagin.

Vant verður fyri tað mesta við maskinum. Venjingin er rættað ímóti øllum kroppinum, og umfatar bæði styrki og konditión – við vegleiðing frá fysioterapeuti.

Krav fyri luttøku er at luttakarin:

  • Er eldri enn 65 ár
  • Kann ganga sikkur innandura við ella uttan hjálpitól
  • Klárar at ganga min. 1 km. við ella uttan hjálpitól
  • Klárar trappur uttan hjálp
  • Klárar at halda balansuna fríttstandandi
  • Klárar at koma frá liggjandi til at standa sjálvur
  • Skilur munnligar og visuellar leiðbeiningar

Møguleiki er fyri einum práti og kaffimunni eftir venjingina.

Áhugaði kunna ringja á tlf. 793504 millum kl. 8.00-15.00 og hoyra nærri hjá Báru Krosslá Mortensen fysioterapeuti.