Búmerkið hjá felagnum
Heim / Størv /
Starvsfólk til útiøkið í sunnaru helvt av Suðuroynni

Starvsfólk til útiøkið í sunnaru helvt av Suðuroynni.

Eitt heilsuhjálparastarv er leyst at søkja í útiøkinum. Starvið er á brøki 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna, men møguleiki er eisini fyri minni brøki. Eisini er møguleiki fyri skiftandi vaktum á Eldrasambýlinum í Vági. Starvsbyrjan er 01. des. 2026 ella skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

-          Útinna umsorgan og røkt samsvarandi ábyrgd og førleikum

-          Gera og fylgja røktargongdum sum eru lagdar fyri borgarar

-          Skjalfesta heilsurøkt og útinta røkt

-          Luttaka í samrøðum við borgarar og avvarðandi

-          Førleikamenning, sum er ein natúrligur partur av starvinum

Førleikar

-          Prógv sum heilsuhjálpari

-          Góðan telduførleika

-          Er fakliga dugnalig/ur, ábyrgdarfull/ur, virðilig/ur og umsorganarfull/ur

-          Megna at síggja tørvin hjá tí einstaka báði fysiskt, psykiskt, socialt og andaligt

-          Megnar at arbeiða í einum tvørfagligum samstarvi, sjálvstøðugt og í toymi

-          Hava jaligan hugburð og virka fyri einum góðum umhvørvi og trivnaði

-          Góð evnir at samskifta og samstarva við starvsfelagir, leiðslu og avvarðandi

-          Er røkin og skipað/ur við skráseting av heilivági

-          Er støðug/ur og álítandi

-          Hevur fakligan áhuga og viljan at læra

Vit vænta, at umsøkjarin:

-          Hevur áhuga at arbeiða innan eldraøkið

-          Er fakliga dugnalig/ur, ábyrgdarfull/ur og umsorganarfull/ur

-          Dugur at raðfesta uppgávur

-          Kann arbeiða dag, kvøld og vikuskiftir

-          Vil stuðla undir og veita eina dygdargóða tænastu

-          Stimbrar heilsu og trivnað hjá borgarunum

-          Fyribyrgir sjúku, endurmennir og/ella varðveitir førleikar

-          Veitir umsorgan og røkt í góðum samstarvi við borgaran og avvarðandi

-          Hevur evnini at vera málrættaður og skipaður í síni tilgongd til arbeiðið

-          Hevur evni at seta seg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum

-          Er empatiskir í sínum samstarvi við borgaran og avvarðandi

-          Megnar at handfara og tillaga seg broytingar

Vit kunnu bjóða:

-          Eitt fjølbroytt starv

-          Avbjóðandi arbeiðsuppgávur

-          Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum

-          Góðar umstøður

-          Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi

-          Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaður er Bú- og Heimatænastan í Suðuroy, við arbeiðsstaði á Heilsumiðstøðini í Vági.

Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/ Kommunala Arbeiðsgevarafalagið og Heilsuhjálparafelagið.

Søkir skikkaður umsøkjari ikki starvi, kunnu aðrir fakbólkar verða settir – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívrensl, viðmælum v.m. skal sendast til bhs@bhs.fo ella til:

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy

Vágsvegur 22

900 Vágur

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 08. november.

Nærri upplýsingar um starvið fæst við at venda sær til:

Beintu Virgarsdóttir, deildarleiðara á útiøkinum í sunnaru helvt, á tlf. 793530, beintav@bhs.fo ella til Daimi Kjærbo úr Hørg, eindarleiðara, á tel. 793503, daimik@bhs.fo.

Útiøkið í sunnaru helvt

Útiøkið hevur arbeiðsstað á Heilsumiðstøðini í Vági, ið liggur á Vágsvegi 77. Í løtuni veita starvsfólkini hjálp til uml. 40 borgarar.