Arbeiðssetningur.
Arbeiðssetningurin hjá strategibólkinum er hesin:
Strategibólkurin skal gera uppskot til eina strategi (heildarætlan) fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy (BHS), sum skal galda fram ímóti 2035 við støði í avbjóðingum og møguleikum í BHS.
Strategiuppskotið skal vera ein greið ætlan fyri framtíðina og skal skapa virði fyri brúkaran, starvsfólk og samfelagið.
Strategibólkurin skal grunda sítt arbeiði við strategi og visión á samskapandi arbeiðshátt, har allir viðkomandi áhugapartar koma til orðanna og fáa høvi at geva sítt íkast til strategiuppskotið.
Mál og deilmál á ymisku økjunum skulu setast, og indikatorar eyðmerkjast fyri at kunna meta um, hvussu gongst við at røkka visiónini og málunum.
Endaliga uppskotið skal innihalda eina greiða høvuðsvisión, strategisk innsatsøki og átøk, missión og virði (virðisgrundarlag) fyri BHS.