Matútbering.
Tað er møguleiki hjá borgarum í Suðuroy at fáa døgurða útborðnan allar yrkadagar, har tørvur er á tí.
Borgarar í sunnaru helvt í Suðuroy fáa døgurðan frá Hamragarði, meðan borgarar í norðaru helvt í Suðuroy fáa døgurðan frá Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Teir borgarar, ið ynskja hesa tænastu, kunnu venda sær til skrivstovuna hjá Bú- og Heimatænastuni á tel. 793500 millum kl. 11-13 allar gerandisdagar uttan onsdag, tá er ongin telefontíð, ella við at senda ein teldupost á bhs@bhs.fo.