Búmerkið hjá felagnum
Heim / Terapi toymið /
Um ergo - fysio

Um ergo - fysio.

Ergo/fysioterapeut toymið hjá Bú- og Heimatænastuni Suðuroy (BHS) varðar av øllum borgarum eldri enn 67 ár, búsitandi í Suðuroy. Hetta umfatar borgarar, ið eru heimabúgvandi ella búgva á ellis/røktar- heimunum Hamragarður, Sambýlinum í Vági, Suðuroyar Ellis- og Røktarheim og Sambýlinum í Hvalba.

Ergo/fys toymið, arbeiður út frá rehabiliterings áskoðani. Hetta merkir, at hjálp verður veitt borgarum, ið hava, ella eru í vanda fyri, at fáa munandi skerdar førleikar í teirra fysiska, psykiska og/ella sociala virksemi, til at røkka eitt sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív.

Um tørvur er á tænastu frá ergo/fysioterapeut toyminum, ber til at venda sær til BHS á tel. 793500, yrkadagar millum kl. 11 – 13, tó ikki onsdag, tá er stongt.