Búmerkið hjá felagnum
Heim /
Ergo/Fysio

Ergo/Fysio.

Ergo- fysioterapi


Er tú 67 ár ella eldri, og er tað nakað tú ikki megnar longur, ella fegin vil verða betur til? So kunnu vit hjálpa tær.

Ergo og fysioterapien kann hjálpa tær við at fáa ein virkan og innihalds ríkan gerandisdag. Vit kunnu bjóða venjingar, hjálpartól, íbúðarbroytingar, ráð og vegleiðing, alt eftir hvat júst tín tørvur er.

Venjingar kunnu fyriganga í bólkum, ella sum einstaklinga venjing, í egnum heimi, og/ella í nærumhvørvinum.

Er tú 65+, er møguleiki at luttaka í fyribyrgjandi venjingum á Tvøroyri og í Vági. Fyri hetta verður lítið brúkaragjald goldið.