Um Strategi BHS2035.
Stýrið fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy (BHS) samtykti í mai í 2025 at seta í verk eitt arbeiði at gera eina strategi (heildarætlan) fyri BHS, sum skal galda fram ímóti 2035 (nevnd BHS2035).
BHS2035 er ein framtíðarætlan við greiðari kós og miðvísum átøkum ímóti felags málum.
Endamálið við ætlanini er at tryggja eina haldføra, góða og virðiliga eldratænastu, har brúkarar og búfólk eru í miðdeplinum.
Ætlanin er gjørd við íkasti og ávirkan frá brúkarum, starvsfólkum, avvarðandi og øðrum, so at hon verður so góð og væl kjølfest sum møguligt.
Stýrið fyri BHS samtykti heildarætlanina 3. mars 2026.
Ætlanin verður grundarlagið fyri arbeiðinum og menningini fyri BHS tey komandi árini.
Settur bleiv ein arbeiðsbólkur at gera uppskot til framtíðarætlan. Bólkurin vísti til stýrisbólk við umboðum úr leiðsluni fyri BHS og fyri stýrið fyri BHS.