Búmerkið hjá felagnum
Heim / Tænastur / Ergo - fysio /
Eldraleikir

Eldraleikir.

Eldraleikir

Eldraleikir er ein aktivur og stuttligur dagur fyri virkin heimabúgvandi eldri frá ymiskum kommunum í landinum. Hetta er ein serligur eldradagur, har eldri, kunnu koma til ein stuttligan og aktivan dag við ymiskum kappingum. Málið við leikunum, er fyrst og fremst at hava tað stuttligt saman. 

Kappast verður í 15 ymiskum aktivitetum innan rørslu, styrki, balansu og minni. Talan er um ymiskar stafettir, sláa seym, minnast ting, byggja torn úr ymiskum lutum, ella kasta/lofta/halda ymiskum o.m.a. 

Vinnarar verða kosnir og fáa heiðursmerki handa, áðrenn dagurin endar við einum felags døgurða.

Eldraleikir vórðu skipaðir á fyrsta sinni í 2024 og eru leikirnir nú fast eina ferð um ári.

Tiltakið verður skipað í samstarvi við Tórshavnar kommunu, NB fysioterapi, VEKS og Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy.