Búmerkið hjá felagnum
Heim / Størv /
Leys størv í Bú- og Heimatænastuni

Leys størv í Bú- og Heimatænastuni.

Søkt verður eftir fysioterapeuti
Hevur tú áhugað í at arbeiða við eldri fólki og at gera ein mun í teirra ellisárum? So er tað kanska teg vit mangla í Terapi toyminum í Bú- og Heimatænastuni.

Terapi toymið virkar fyri at borgarar í Suðuroynni kunnu liva og luttaka í samfelagnum og at tey kunnu búgva heima sum longst. Bú- og Heimatænastan stuðlar undir, at borgararnir varðveita, menna og endurvinna sín virkisførleika, soleiðis at tey eru so virkin og sjálvbjargin sum gjørligt og samstundis varðveita sína heilsustøðu. Bú- og Heimatænastan vil vera partur í at fyribyrgja afturgongd í førleikastøðuni hjá aldrandi borgaranum.

Arbeiðið hjá fysioterapeutunum í Bú- og Heimatænastuni er í venjingarhølum, ítróttarhallum, heima hjá borgaranum og á teimum 4 heimunum í Bú- og Heimatænastuni: Sambýlið á Óðalsbrekku, Suðuroyar Ellis- og Røktarheim, Sambýlið í Vági og á Hamragarði.

SØKT VERÐUR EFTIR:
• 1 fysioterapeuti í starvsbrøki 1,0 svarandi til fulla tíð, við møguleika fyri niðursettari tíð.

Terapieindin er í løtuni mannað av 2 fysioterapeutum, 3 ergoterapeutum, 1 heilsurøktara.
Tænasturnar umfata fysio- og ergoterapi og rehabilitering.

Setanin er 1. mai 2026 ella eftir nærri avtalu.

FØRLEIKAKRØV OG VÆNTANIR:

- Prógv og góðkenning sum fysioterapeutur.
- Áhuga í at arbeiða innan eldraøkið.
- Góð samstarvs- og samskiftisevni, skrivliga og munnliga.
- Vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi.
- Evni at arbeiða sjálvstøðugt.
- Virkisfýsni og áhuga í at menna tænastuna.
- Tolir broytingar í arbeiðsuppgávum.

TÚ KEMUR AT VIRKA Í EINUM TOYMIÐ, IÐ HEVUR ÁBYRGD FYRI:
- At kanna, greina og meta um virkisførleikar og í tí sambandi at seta átøk í verk til eldri borgarar.
- At stuðla undir, at eldri borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar.
- At veita heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjingar og onnur átøk fyri eldri borgarar.
- Vegleiða og ráðgeva starvsfólkum, borgarum og avvarðandi.

VIT KUNNU BJÓÐA:
- Eitt jaligt, framtakshuga og spennandi arbeiðspláss, sum í einum tvørfakligum samstarvi leggur dent á at stuðla eldri borgarum í at megna sín gerandisdag.
- Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á og vera partur av framhaldandi menning av tilboðum og tænastum.

LØNAR- OG SETANARTREYTIR:
Verða sambært sáttmálan millum Fysioterapeutfelag Føroya og KAF/Fíggjarmálaráðið.

UMSÓKN:
Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda við telduposti til bhs@bhs.fo.
Umsóknarfreistin er mánadagin 13.04.2026 kl 12.00.

Samrøður kunnu væntast at verða í viku 16 ella eftir nærri avtalu.

Nærri kunning um starvið við at venda sær til fysioterapeutarnar í Bú- og Heimatænastuni, Báru K. Mortensen á tlf. 793504 og Beintu Vestergård á tlf. 793512 ella til Daimi úr Hørg, eindarleiðara, við telduposti til daimik@bhs.fo.

Visitator til Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy.

Talan er um eitt fast starv frá 1. mai 2026 ella sambært avtalu.

Søkt verður eftir einum ergoterapeuti, fysioterapeuti, sjúkrarøktarfrøðingi ella tilsvarandi fulla tíð, ella sambært avtalu. Tað kann verða ein fyrimunur um tú hevur eftirútbúgving, sum visitator ella hevur royndir frá arbeiði, sum visitator.

Visitatiónin innan eldraøkið arbeiðir við visitatión og játtan av teimum tænastum, sum Bú og Heimatænastan veitir eldri borgarum, sum búgva heima, t.d. visitatión til røktarheims- og umlættingarpláss, heimarøkt, rehabilitering, venjingartilboð og dagtilhald.

Leggur tú dent á høga fakligheit, virðiligt samskifti og góða tænastu?

Er tað sjálvsagt fyri teg at borgarin, avvarðandi og samstarvsfelagir verða tikin við í avgerðir?

So er tað tær vit leita eftir.

Endamálið við starvinum, sum visitator er, at tryggja, at allir borgarar, ið venda sær til Bú- og Heimatænastuna um tænastu, fáa skjóta og fakliga grundaða visitering og revisitering við atliti til fyribyrging, heilsustimbran, rehabilitering, røkt og umsorgan.

Arbeiðið inniber samstarv við borgarar, avvarðandi og innanhýsis deildir í Bú- og Heimatænastuni, so sum, búeindir, heimatænastu, dagtilhald, rehabilitering, umlætting, venjing og viðkomandi starvsfólk og leiðslu.

Visitator er fastur limur í upptøkunevndini, har uppgávan er at orða og leggja fram frágreiðing og tilmæli um búpláss.

Starvið er skipað í umsitingini í Bú- og Heimatænastuni, við tilvísing til stjóran.

Vit vænta av tær:

- at tú hevur prógv og góðkenning, sum ergo ella fysioterapeutur, sjúkrarøktarfrøðingur ella tilsvarandi.
- at tú megnar at síggja støðuna út frá einum borgarasjónarhornið og við mynduleika og fakligheit, at meta um tørv - harnæst at samskipa og taka avgerðir
- at tær dámar at arbeiða skipað, miðvíst og sjálvstøðugt.
- at tú hevur evnini at reflektera yvir praksis og gert títt til fakliga menning
- at tú ert jalig/jaligur, rúmlig/rúmligur og fleksibul
- at tú hevur koyrikort.

Vit leggja dent á tíni evni at samskifta munnligt og skriftligt – eisini evnini at handfara torførar samrøður við virðing, áhuga og empati.

Persónligir førleikar:

Loyal/loyalur, ábyrgdafull/ábyrgdarfullur, rólig/róligur, góð samstarvsevni, góð samskiftisevni og evni at samskipa og einfalda í málsviðgerðini.

Vit bjóða tær:

- Eitt sjálvstøðugt starv og gott arbeiðspláss við góðum umstøðum og fjølbroyttum avbjóðingum
- fakliga sparring og gott samanhald
- møguleika at seta tín dám á og verða partur av eini framhaldandi menning av tænastum og tilboðum hjá Bú- og Heimatænastuni.
- Góða innleiðslu og upplæring.
- Arbeiðsbil.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála við Fíggjarmálaráðið/ KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ella avvarandi fakfelag.

Ynskir tú at vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Hera Norðberg stjóra, herin@bhs.fo tlf. 793501.

Umsókn við avritum av prógvum, góðkenning og viðkomandi skjølum skulu sendast við teldposti til: bhs@bhs.fo. Viðmerk umsóknina “Visitator til Bú- og Heimatænastuna”.

Umsóknarfreistin er 13. apríl 2026.