20. jun. 2025
Nýggjur deildarleiðari settur í starv.
Leiðslan í BHS hevur gjørt av at seta Ann Thomsen, í starvið sum deildarleiðara fyri Sambýlið í Hvalba og heimatænastuna í norðaru helvt av Suðuroynni.
Ann Thomsen er 61 ár, útbúgvin heilsurøktari, og er búsitandi í Hvalba.
Hon hevur starvast innan eldraøkið í nógv ár, millum annað í heimatænastuni, á Sambýlinum í Hvalba og á Hamragarði.
Seinnu árini eftir at hon tók eftirútbúgving sum demens samskipari, hevur hon millum annað starvast sum landsdemenssamskipari fyri Suðuroynna, undir leiðslu av demensklinikkini í sjúkrahúsverkinum.
Henni verður ynskt hjartaliga til lukku við nýggja starvinum.