03. des. 2025
Sig tína hugsan um eldraøkið í Suðuroy!.
Tú ert vælkomin at siga tín hugsan um eldraøkið í Suðuroy!
Hetta er eitt spurnarblað um arbeiðið at gera eina framtíðarætlan fyri eldraøkið í Suðuroy, sum Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy (BHS) hevur sett í gongd.
Títt íkast er týdningarmikið í arbeiðinum við at gera eina framtíðarætlan fyri BHS (BHS2035).
Hetta spurnarblað er til øll, sum búgva í Suðuroy.
Endamálið við framtíðarætlanini er at tryggja eina haldføra, góða og virðiliga eldratænastu, har brúkarar og búfólk eru í miðdeplinum. Meira kunning um ætlanina er tøk her.
Far til spurnarblaðið her.
Bú- og Heimatænastan í Suðuroy