Leys størv á Hamragarði.
Søkt verður eftir 2 heilsurøktarum, 2 heilsuhjálparum og 1 køksfólkið til Hamragarð
Fimm spennandi og mennandi størv eru leys á Hamragarði, har høvuðsdenturin er borgarar við ymiskum ellisavbjóðingum. Talan er um hesi størv:
Heilsurøktari brøk 1,0
Heilsurøktari brøk 0,8
Heilsuhjálpari 0,8
Heilsuhjálpari 0,8
Køksfólk 0,75
Heilsurøktara- og hjálpara størvini eru í skiftandi vaktum, og hava møguleika fyri hægri brøki.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum fyri størvini í røktini:
- Útinna umsorgan, røkt/sjúkrarøkt, samsvarandi ábyrgd og førleikum
- Gera og fylgja røktagongdum sum eru lagdar fyri borgarar
- Skjalfesta heilsurøkt og útinta sjúkrarøkt
- Luttaka í samrøðum við borgarar og avvarðandi
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum fyri køksfólki:
- Útinna tær tænastur køkurin á Hamragarði veitir heimabúgvandi og borgarum á staðnum
- Vera við til at leggja til rættis uppgávurnar fyri vikuna
- Tilrætta heilsugóðan kost til eldri borgarar
- Taka ímóti nýggjum uppgávum og leggja hesar til rættis
- Vera við til at keypa inn og vísa fíggjarligt skynsemi
- Reingerð av køki og køksamboðum
Førleikar
- Prógv sum heilsurøktari, ella sum heilsuhjálpari. Tað er ynskiligt, at umsøkjari ið søkir starv sum køksfólk, hevur útbúgving ella royndir innan økið
- Góðan telduførleika
- Megna at hava fleiri bóltar í luftini í senn
- Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Virka fyri einum góðum umhvørvi og trivnaði
- Leggja stóran dent á reinføri
- Hava góð evnir at samskifta
- Førleikamenning er ein natúrligur partur av starvinum
Væntanir
Vit vænta, at umsøkjarar:
- Hava áhuga at arbeiða innan eldraøkið
- Vilja stuðla undir og veita eina dygdargóða tænastu
- Stimbra heilsu og trivnað hjá borgarunum
- Fyribyrgja sjúku, endurmenna og/ella varðveita førleikar
- Veita umsorgan og røkt í góðum samstarvi við borgaran og avvarðandi
- Hava evnini at vera málrættaðir og skipaðir í síni tilgongd til arbeiðið
- Hava evni at seta seg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
- Eru empatiskir í sínum samstarvi við borgaran og avvarðandi
- Megna at handfara og tillaga seg broytingar
Vit kunnu bjóða:
- Fjøllbroytt størv
- Avbjóðandi arbeiðsuppgávur
- Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum
- Góðar umstøður
- Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
- Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaður er Bú- og Heimatænastan í Suðuroy, við arbeiðsstaði á Hamragarði.
Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/ Kommunala Arbeiðsgevarafalagið, Heilsurøktarafelagið og Heilsuhjálparafelagið.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til bhs@bhs.fo ella til:
Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
Vágsvegur 22
900 Vágur
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 26. mai kl. 12:00.
Nærri upplýsingar um størvini á Hamragarði fáast við at venda sær til:
Bergljót Ludvig, deildarleiðara á Hamragarði, á tlf. 793505, bergljotl@bhs.fo ella til Daimi Kjærbo úr Hørg, eindarleiðara, á tel. 793503, daimik@bhs.fo.
Hamragarður
Hamragarður er eitt røktarheim ið liggur á Eiðisvegi 26 í Vági, í einum sera vøkrum umhvørvi, har náttúran er ein stórur partur av gerandisdegnum. Á heiminum eru 24 búplássum á 4 lonum ið eru deildar yvir tvær hæddir.