Starvsfólk til Dagtilhaldið á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi.
Vit søkja eftir starvsfólki til Dagtilhaldið á Ellisheiminum á Tvøroyri við starvsbyrjan 1. okt. 2026 ella eftir nærri avtalu. Dagtilhaldið er opið yrkadagar kl. 09-15:30.
Starvið er á brøk 0,75 svarandi til 30 tímar um vikuna.
Endamálið við tilboðnum á Ellisheiminum er at stuðla uppundir ein virðiligan, virknan og innihaldsríkan gerandisdag í góðum felagsskapi. Búfólk á Ellisheiminum eru til tíðir eisini partur av tilboðnum. Á Dagtilhaldinum starvast frammanundan heilsurøktari og hjálparfólk.
Vit vænta av tær, at tú:
· hevur persónligar eginleikar, ið kunnu kveikja ein lívsjáttandi gerandisdag
· útbúgving innan heilsufakliga ella námsfrøðiliga økið
· áhuga og hegni at vera um menniskju, ið eru rakt av demenssjúku
· gott eyga fyri førleikum hjá hvørjum einstøkum borgara og dugir at brúka hesar í arbeiðinum
· førleikar at samskifta á ein virðiligan hátt, bæði við borgarar við demens, avvarðandi og starvsfelagar
· ert ábyrgdarfullu/ur, arbeiðssom/samur og nærløgd/lagdur, eisini tá ið talan er um praktiskar uppgávur, ið skulu loysast
· áhuga og evni til tvørfakligt samstarv
Útbúgving sum heilsuhjálpari kann vera ein fyrimunur. Um eingin við útbúgving innan heilsufakið ella námsfrøði søkir, kann umsøkjari við aðrari útbúgving ella ófaklærdur við royndum innan eldraøkið verða settur.
Vit kunnu bjóða tær:
· eitt gott og stimbrandi fakligt umhvørvi
· góðar starvsfelagar
· gott samstarv við onnur fakfólk
· leypandi førleikamenning
Umsóknarfreist:
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 04. sep. 2026 kl. 12:00.
Umsóknir við avriti av prógvi og viðmælum skulu sendast til bhs@bhs.fo ella til Bú- og Heimatænastuna, Vágsvegur 22, 900 Vágur.
Setanarviðurskifti
Starvið hevur tilvísing til deildarleiðaran á heiminum. Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sunrid Olsen, samskipara, á tlf. 793520 ella sunrido@bhs.fo.
Um Bú- og Heimatænastuna
Tú kanst lesa meira um Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy á okkara heimasíðu www.bhs.fo