Búmerkið hjá felagnum
Heim / Størv /
Starvsfólk til Dagtilhaldið á Hamragarði

Starvsfólk til Dagtilhaldið á Hamragarði.

Vit søkja eftir starvsfólki til dagtilhaldið á Hamragarði til starvsbyrjan 1. oktober 2026 ella eftir nærri avtalu. Dagtilhaldið er opið yrkadagar kl. 9-15:30.
Starvið er á brøk 0,75 svarandi til 30 tímar um vikuna.

 
Endamálið við tilboðnum á Hamragarði er at stuðla uppundir ein virðiligan, virknan og innihaldsríkan gerandisdag í góðum felagsskapi. Búfólk á Hamragarði eru til tíðir eisini partur av tilboðnum.
Á dagtilhaldinum starvast frammanundan heilsuhjálpari og hjálparfólk.

 
Vit vænta, at tú hevur persónligar eginleikar, ið kunnu kveikja ein lívsjáttandi gerandisdag
-útbúgving innan heilsufakliga ella námsfrøðiliga økið
-áhuga og hegni at vera um menniskju, ið eru rakt av demenssjúku
-gott eyga fyri førleikum hjá hvørjum einstøkum borgara og dugir at brúka hesar í arbeiðinum
-førleikar at samskifta á ein virðiligan hátt, bæði við persónin við demens, avvarðandi og starvsfelagar
-ert ábyrgdarfullu/ur, arbeiðssom/samur og nærløgd/lagdur, eisini tá ið talan er um praktiskar uppgávur, ið skulu loysast
-áhuga og evni til tvørfakligt samstarv

Útbúgving sum heilsuhjálpari kann vera ein fyrimunur.

 
Um eingin við útbúgving innan heilsufak ella námsfrøði søkir, kann umsøkjari við aðrari útbúgving ella ófaklærdur við royndum innan eldraøkið verða settur.

 
Vit kunnu bjóða tær


eitt gott og stimbrandi fakligt umhvørvi
góðar starvsfelagar
gott samstarv við onnur fakfólk
leypandi førleikamenning

Umsóknarfreist:
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 04.09. 2026 kl. 12:00.

Umsóknir við avriti av prógvi og viðmælum skulu sendast til bhs@bhs.fo  ella til Bú og Heimatænastuna, Vágsvegur 22,  900 Vágur

 
Setanarviðurskifti
Starvið hevur tilvísing til deildarleiðaran á heiminum. Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.  Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sunrid Olsen, samskipara, á tlf. 793520 ella sunrido@bhs.fo

 
Um Bú og Heimatænastuna -
Tú kanst lesa meira um Bú og Heimatænastuna í Suðuroy á heimasíðuni www.bhs.fo

Eingi økir