Heilsurøktari til Sambýlið í Vági - Farloyvisstarv.
Søkt verður eftir heilsurøktara til Sambýlið í Vági
Eitt heilsurøktarastarv er leyst at søkja á Sambýlinum í Vági. Talan er um eitt farloyvisstarv frá 01. nov. 2026 til 31. aug. 2027 á brøki 0,8 við møguleika fyri størri brøki. Talan er um skiftandi vaktir.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
- Útinna umsorgan, røkt/sjúkrarøkt, samsvarandi ábyrgd og førleikum
- Gera og fylgja røktargongdum sum eru lagdar fyri borgarar
- Skjalfesta heilsurøkt og útinta sjúkrarøkt
- Luttaka í samrøðum við borgarar og avvarðandi
- Førleikamenning, sum er ein natúrligur partur av starvinum
Førleikar
- Prógv sum heilsurøktari
- Góðan telduførleika
- Er fakliga dugnalig/ur, ábyrgdarfull/ur, virðilig/ur og umsorganarfull/ur
- Megna at síggja tørvin hjá tí einstaka báði fysiskt, psykiskt, socialt og andaligt
- Megnar at arbeiða í einum tvørfagligum samstarvi, sjálvstøðugt og í toymi
- Hava jaligan hugburð og virka fyri einum góðum umhvørvi og trivnaði
- Góð evnir at samskifta og samstarva við starvsfelagir, leiðslu og avvarðandi
- Er røkin og skipað/ur við skráseting av heilivági
- Er støðug/ur og álítandi
- Hevur fakligan áhuga og viljan at læra
Vit vænta, at umsøkjarin:
- Hevur áhuga at arbeiða innan eldraøkið
- Er fakliga dugnalig/ur, ábyrgdarfull/ur og umsorganarfull/ur
- Dugur at raðfesta uppgávur
- Kann arbeiða dag, kvøld, nátt og vikuskiftir
- Vil stuðla undir og veita eina dygdargóða tænastu
- Stimbrar heilsu og trivnað hjá borgarunum
- Fyribyrgir sjúku, endurmennir og/ella varðveitir førleikar
- Veitir umsorgan og røkt í góðum samstarvi við borgaran og avvarðandi
- Hevur evnini at vera málrættaður og skipaður í síni tilgongd til arbeiðið
- Hevur evni at seta seg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
- Er empatiskir í sínum samstarvi við borgaran og avvarðandi
- Megnar at handfara og tillaga seg broytingar
Vit kunnu bjóða:
- Fjølbroytt starv
- Avbjóðandi arbeiðsuppgávur
- Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum
- Góðar umstøður
- Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
- Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaður er Bú- og Heimatænastan í Suðuroy, við arbeiðsstaði á Sambýlinum í Vági.
Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/ Kommunala Arbeiðsgevarafalagið og Heilsurøktarafelagið.
Søkir skikkaður umsøkjari ikki starvi, kunnu aðrir fakbólkar verða settir – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til bhs@bhs.fo ella til:
Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
Vágsvegur 22
900 Vágur
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 11. okt.
Nærri upplýsingar um starvið á Sambýlinum í Vági fæst við at venda sær til:
Beintu Virgarsdóttir, deildarleiðara á Sambýlinum í Vági, á tlf. 793530, beintav@bhs.fo ella til Daimi Kjærbo úr Hørg, eindarleiðara, á tel. 793503, daimik@bhs.fo.
Sambýlið í Vági
Sambýlið í Vági er eitt ellisheim ið liggur á Stórheyggur 9 í Vági, har heimið hevur eitt sera gott og vakurt útsýnið, yvir umhvørvi í Vági. Á heiminum eru 12 búplássum.