Búmerkið hjá felagnum
06. nov. 2025

Framtíðarætlan verður nú gjørd.

Arbeiðið at gera eina framtíðarætlan fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy (BHS) er farið í gongd.

Stýrið fyri (BHS) samtykti í mai í ár at seta í verk eitt arbeiði at gera eina strategi (heildarætlan) fyri BHS, sum skal galda fram ímóti 2035 (nevnd BHS2035).

BHS2035 er ein framtíðarætlan við greiðari kós og miðvísum átøkum ímóti felags málum.

Endamálið við ætlanini er at tryggja eina haldføra, góða og virðiliga eldratænastu, har brúkarar og búfólk eru í miðdeplinum.

Ætlanin verður gjørd við íkasti og ávirkan frá brúkarum, starvsfólkum, avvarðandi og øðrum, so at hon verður so góð og væl kjølfest sum møguligt.

Fleiri samrøður hava verið við starvsfólk í BHS og brúkarar. Í næstum verða samrøður við avvarðandi og onnur.

Seinni í ár verður skipað fyri almennum fundi um framtíðarætlanina, har øll kunnu siga sína hugsan og geva sítt íkast.

Ætlanin verður grundarlagið fyri arbeiðinum og menningini fyri BHS tey komandi árini.

Settur er ein arbeiðsbólkur at gera uppskot til framtíðarætlan. Bólkurin er sera áhugaður í viðmerkingum og hugskotum til arbeiðið við framtíðarætlan fyri BHS. Viðmerkingar og/ella hugskot í samband við ætlanina kunnu sendast: bhs2035@bhs.fo 

Málið er, at stýrið fyri BHS samtykkir heildarætlanina á vári 2026.

Nærri kunning um arbeiðið við BHS2035 er her.