Búmerkið hjá felagnum
25. mar. 2026

Nýggj framtíðarætlan fyri BHS verður løgd fram.

Nýggj framtíðarætlan er gjørd fyri eldraøkið í Suðuroy, sum er samtykt av stýrinum fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy.

Framtíðarætlanin, BHS2035, verður løgd fram alment onsdagin 8. apríl kl. 19.00 í Miðnámsskúlanum í Hovi.

Á framløguni fáa luttakarar kunning um visjónina, høvuðsavbjóðingarnar og tey átøk, sum skulu mynda menningina av eldraøkinum í Suðuroy komandi árini. Dentur verður lagdur á, hvussu vit saman kunnu skapa eitt virkið og innihaldsríkt eldralív, har tryggleiki, umsorgan og trivnaður ganga hond í hond.

Framløgan er fyri øll, sum hava áhuga í framtíðini hjá eldraøkinum – borgarum, avvarðandi, starvsfólki og øðrum.

Á tiltakinum fæst innlit í arbeiðið við at menna eina haldføra og virðiliga eldratænastu við borgaranum í miðdeplinum.

Meira kunning um BHS2035 sæst her: Strategi BHS2035.

 

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy