Farloyvisstarv sum fysioterapeutur.
Hevur tú áhugað í, at arbeiða við eldri fólki og at gera ein mun í teirra ellisárum? So er tað kanska teg vit mangla í Terapieindini í Bú- og Heimatænastuni.
UM TERAPIEINDINA
Terapieindin virkar fyri, at borgarar í Suðuroynni kunnu liva og luttaka í samfelagnum, og at tey kunnu búgva heima sum longst. Bú- og Heimatænastan stuðlar undir, at borgararnir varðveita, menna og endurvinna sín virkisførleika, soleiðis at tey eru so virkin og sjálvbjargin sum gjørligt og samstundis varðveita sína heilsustøðu. Bú- og Heimatænastan vil vera partur í at fyribyrgja afturgongd í førleikastøðuni hjá aldrandi borgaranum.
Arbeiðið hjá fysioterapeutunum í Bú- og Heimatænastuni er í venjingarhølum, ítróttarhallum, heima hjá borgaranum og á teimum 4 heimunum í Bú- og Heimatænastuni: Sambýlið á Óðalsbrekku, Suðuroyar Ellis- og Røktarheim, Sambýlið í Vági og á Hamragarði.
Terapieindin er í løtuni mannað av 2 fysioterapeutum, 3 ergoterapeutum, 1 heilsurøktara.
Tænasturnar umfata fysio- og ergoterapi og rehabilitering.
SØKT VERÐUR EFTIR:
Einum fysioterapeuti í starvsbrøki 1,0 svarandi til fulla tíð, við møguleika fyri niðursettari tíð í tíðarskeiðinum 01. juli 2026 til 01. aug. 2027.
Setanin er 1. juli 2026 ella eftir nærri avtalu.
FØRLEIKAKRØV OG VÆNTANIR:
- Útbúgvin fysioterapeutur.
- Áhuga í at arbeiða innan eldraøkið.
- Góð samstarvs- og samskiftisevni, skrivliga og munnliga.
- Vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi.
- Evni at arbeiða sjálvstøðugt.
- Virkisfýsni og áhuga í at menna tænastuna.
- Tolir broytingar í arbeiðsuppgávum.
TÚ KEMUR AT VIRKA Í EINUM TOYMIÐ, IÐ HEVUR ÁBYRGD FYRI:
- At kanna, greina og meta um virkisførleikar og í tí sambandi at seta átøk í verk til eldri borgarar.
- At stuðla undir, at eldri borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar.
- At veita heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjingar og onnur átøk fyri eldri borgarar.
- Vegleiða og ráðgeva starvsfólkum, borgarum og avvarðandi.
VIT KUNNU BJÓÐA:
- Eitt jaligt, framtakshuga og spennandi arbeiðspláss, sum í einum tvørfakligum samstarvi leggur dent á, at stuðla eldri borgarum í at megna sín gerandisdag.
- Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á, og vera partur av framhaldandi menning av tilboðum og tænastum.
LØNAR- OG SETANARTREYTIR:
Verða sambært sáttmálan millum Fysioterapeutfelag Føroya og KAF/Fíggjarmálaráðið.
UMSÓKN:
Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda við telduposti til bhs@bhs.fo.
Umsóknarfreistin er mánadagin 18.05.2026 kl 12.00.
Nærri kunning um starvið við at venda sær til fysioterapeutarnar í Bú- og Heimatænastuni, Báru K. Mortensen á tlf. 793504 og Beintu Vestergård á tlf. 793512 ella til Daimi úr Hørg, eindarleiðara, við telduposti til daimik@bhs.fo.