Eldrabústaðir.
Sí okkara eldrabústaðir undir leinkjuni til vinstru
Ellis og Røktarheimið Hamragarður í Vági, varð tikið í nýtslu í 2011. Á Hamragarði eru 24 búpláss, umframt at endurmenning og umlætting eisini er partur av virkseminum.
Sambýlið á Óðalsbrekku í Hvalba, er sambýli við 8 búplássum - Sambýli í Hvalba varð tikið í nýtslu í januar mánaða í 2001.
Sambýli í Vági, er eitt sambýli, við upp til 12 búplássum. Sambýli varð tikið í nýtslu á heysti í 2000.